Innanlands

John í Skemmuni sjeyti ár

-

2024-03-25 15:23 Author image
Føðingardagsheilsan / John Færø
placeholder

John í Skemmuni er føddur tann 29. mars 1954 í Porkeri, har hann vaks upp. Foreldrini vóru Daniel Poulsen og Sigrid, fødd Thomsen, bæði úr Porkeri. John er giftur við Rutt, fødd Norðberg, úr Vági, og búgva tey í Porkeri. Børn teirra eru Sigrid, Pætur, Ása og Eva, og barnabørnini eru í dag 9 í tali.

John tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1977. Sama ár fór hann á Moorlands Bible College í Suðuronglandi, har hann í tvey ár nam sær hollari kunnleika til Orð Guds. Heimafturkomin til Føroya í 1979 byrjaði hann arbeiða sum lærari, fyrst eitt stutt skifti á Argjum og síðani í Vágs Skúla, har hann starvaðist frá 1979 til 1987.

Meðan John starvaðist sum lærari, kendi hann kall Harrans at fara út í fulltíðar tænastu sum trúboðari, og í 1987 var hann kallinum lýðin og takkaði fyri seg í starvinum sum lærari. Nú hann fyllir 70 ár, eru sostatt liðin umleið 37 ár síðan, at John tók trúarstigið at fara út í tænastuna sum trúboðari fulla tíð her heima í Føroyum.

Í tænastuni hevur John verið sera trúfastur og virkin, bæði á síni heimaoyggj, Suðuroy, og tá hann vitjar náðisystkin og samkomur kring landið. John talar og lærir út frá Orði Guds við einum nærlagni, eyðmjúkleika og álvarsemi, sum eyðkennir alt hansara virksemi, og sum ger hann til ein av bestu bíbliulærarum í brøðrasamkomunum.

Eitt av lívsverkum hansara er tað stóra arbeiðið, hann hevur lagt í verkið í Zarepta, har John var høvuðsleiðari í samfull 25 ár, frá 1988 til 2013. Eitt verk, hann leiddi við einum gudgivnum myndugleika, stillføri og trúfesti. Eg upplivdi sjálvur, sum unglingi og í manndómi, at vera partur av verkinum í Zarepta undir leiðslu av John, og tað er ikki ov nógv sagt, at verkið í Zarepta hesi árini mentist og varð lagt í væl skipaðar karmar, sum enn í dag eyðkenna legurnar og verkið har vesturi. Í dag er John partur av Zareptanevndini, sum vegna samkomurnar hevur evstu ábyrgdina av
Zarepta.

John er musikalskur og er hollur klaverspælari, sum eisini kemur honum tilgóðar í tænastuni. Eitt nú hevur hann verið virkin sum kórleiðari í felagskóri hjá brøðrasamkomunum í Suðuroynni. Sangur hevur fylt nógv í heiminum hjá Rutt og John, sum eisini hevur umsett onkrar sangir til føroyskt.

Innan tað skrivaða orðið hevur John verið virkin, eitt nú við greinum og lesarabrøvum, har ørindi hansara støðugt eru at læra og verja dýrabarar sannleikar í orði Guds. Hesi seinastu árini hevur John økt sítt skrivliga virksemi.

Á heysti í 2021 legði John til brots við síni fyrstu bókaútgávu, ”Andrew W. Sloan, Lív og Læra”, og sigast má, at hann legði væl frá landi, tí talan er veruliga um eina bók, sum er bæði áhugaverd, spennandi og ikki minst rannsakandi fyri ein og hvønn, sum kennir Harran sum sín persónliga frelsara, og ynskir at tæna honum í lívi sínum.

Nýggjasta skotið á hesum bulinum er tíðarritið ”Góð Tíðindi”, sum John í Skemmuni byrjaði at geva út í desember 2022. Í 1952 sá tíðarritið fyri fyrstu ferð dagsins ljós, og var tað Andrew W. Sloan, sum tók stig til tað og gav tað ókeypis út í hvørt hús í landinum fram til 1972. Í 1986 tók Poul Færø táttin uppaftur, og gav ”Góð Tíðindi” út fram til 1995.

Við John í Skemmuni sum útgevara koma ”Góð Tíðindi” út nakrar ferðir árliga, har tað verður borið í hvørt hús í landinum við tí endamáli at røkka øllum føroyingum við evangeliinum og at verða teimum trúgvandi til uppbygging við góðum greinum og vitnisburðum um HARRAN og orð Hansara.

Áhugavert verður at fylgja við víðari virksemi hansara á hesum øki, tí pennin hevur hann góðan.

70 ára føðingardagurin hjá John í Skemmuni verður hildin í skúlanum í Porkeri leygardagin 30. mars frá kl. 13.

---

Fyri meg sjálvan og fyri okkum bæði, Gerdu, sum hjún hevur tað verið ein signing at kent og arbeitt saman við tykkum báðum, Rutt og John, í so mong ár, bæði í Zarepta og í øðrum samkomuhøpi. Tit bæði eru av sonnum eitt gott toymi sum kona og maður í verki HARRANS.

Eg vil enda hesa heilsan við at endurgeva 2. Tim. 2:15, har Paulus leggur Timoteusi eina við nøkur viðurskifti, sum hava eyðkent teg og tína tænastu fyri HARRAN: ”Ger tær ómak at vísa teg sjálvan fram sum ein, ið royndur er fyri Gudi, sum arbeiðsmann, ið einki hevur at skammast við, sum lærir sannleiksorðið rætt!”

Góði John. Nú tú tann 29. mars rundar tey 70 árini, vil eg við hesum ynskja tær hjartaliga tillukku við runda degnum. Takk fyri trúfast vinalag í so mong ár.

23. mars 2024
John Færø,
Klaksvík


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder