Fótbóltur

Danir vóru sum væntað omaná í Brøndby

Eitt mál í fyrra hálvleiki og eitt mál í 2. hálvleiki men Føroyar kundu javnað stutt fyri steðgin í sínari bestu løtu í dystinum, sum liðið kann brúka til ymiskt.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-26 21:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Keypmannahavn, Danmark (Portalurin): Ein marrubyrjan har Føroyar komu undir trýst, og sum so góvu Danmark eitt mál eftir sjey minuttir. Hetta kundi knekka liðið, sum hevði sínar avbjóðingar í 2023, men Føroyar reistu seg væl gjøgnum dystin og fingið rímiliga væl burturúr í Brøndby, har nógvir við rímiliga fáum landsdystum fingu roynt seg. "Úttrykkið" var eisini rímiliga álopskent til tíðir í tunga útidystinum á tunga grasinum.

Gunnar Vatnhamar noyðist at taka fyrsta málið á seg. Leirvíkingurin spældi bóltin beint til Anders Dreyer, sum var í føroyska brotsteigum í høgum trýsti. Hann fann skjótt Pierre-Emile Højbjerg, sum ótarnaður kundi seta bóltin trygt í føroyska málið: Ein føroysk gáva til vertirnar.

Mattias Lamhauge hevði annars nakrar stórbjargingar í hálvleikinum, ið hildu Føroyum inni, og so líðanid fekk føroyska liðið meira sjálvsálit. Man bjóðaði av við bóltinum og fekk eisini stressað danska liðið høgt nakrar ferðir. Hetta gav nakrar góðar støður, og stutt fyri hálvleik var ógvuliga nær við, at Sølvi Vatnhamar fekk prikað bóltin í danska málið: Royndi revurin kom ímillum bakk og málverja, fekk fótin á bóltin, men Victor Nelsson bjargaði støðuni á mállinjuni. Miðverjin hevði part av arminum á, men ikki nóg mikið til at VAR gav brotsspark.

Tað gav ístaðin mál í 54. minutti, tá innskifti Christian Eriksen fann innskifta Mohammed Daramy. Eriksen var júst í lógligari støðu - føroyska verjan var ikki heilt í rættari støðu.

Tað gekk annars heilt væl hjá Andriasi Edmundsson, sum helst var besti føroyingur. Hanus Sørensen spældi seg eisini inn í hitan við avrikinum á høgra bakki. Mads Boe Mikkelsen kom væl inn og vann bóltin tvær ferðir høgt; Hetta leiddi til tveir skotmøguleikar, og bæði Pætur Petersen og Gunnar Vatnhamar vóru nær við.

Sum heild skaptu Føroyar fleiri brúkiligar støður móti einum donskum liðið, sum gamaní manglar nógvar profilar, men har spælararnir eru á heilt høgum stigi, samanborið við teir flestu hjá Føroyum. Til tíðir líktist tað ordliga einum venjingardysti, men í 2-0 dystinum í kuldanum í Brøndby kundi føroyska venjaratoymi finna nógv ymiskt: Bæði viðurskifti ið skulu skeprast men eisini ymiskt sum byggjast kann uppá til seinni í ár.

Næsta uppgávan er Baltic Cup í juni - hetta er venjingarkapping móti baltisku londunum. Nations League er í heyst.

Danmark - Føroyar 2-0 (1-0)

Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge - Hanus Sørensen, Hørður Askham, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Adrian Justinussen (46' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson.

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen, Hannes Agnarsson, Andrass Johansen og Magnus Egilsson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder