Mentan

Stórur áhugi fyri Føroya symfoniorkestri og Eivør í Lívdini og í DR Konserthøll

Sølan av atgongumerkjum gongur væl. Konsertin í Lívdini er nærum útseld og enn eru nøkur atgongumerkini eftir til konsertina í stóra DR Konserthúsinum, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-03 10:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya symfoniorkestur fer í næstum at hava konsertir í Lívdini og DR Konserthúsinum.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Symfoniorkestur framførir í ávikavist Lívdini og DR Konserthúsinum. Í 2023 fylti Føroya symfoniorkestur 40 ár og uttanlandatúrurin er endabresturin av eini røð av fagnaðarkonsertum hjá symfoniorkestrinum í sambandi við føðingardagin.

Føroysk tónaskøld eru á skrá
Frumframførsla verður av verkinum ”Tónar úr innastu tøgnini” eftir Sunleif Rasmussen. Føroyskir sálmar og løg hjá Eivør, har Marjun Syderbø Kjelnes hevur skrivað tekstin. Tróndur Bogason hevur útsett tónleikin hjá Eivør fyri symfoniorkestur.

Eftir steðgin framførir symfoniorkestrið 5. symfoni hjá Tjajkovskij. Symfoniin, ið er í fýra satsum, varð fyrstu ferð framførd í Mariinskij sjónleikarhúsinum í Sankta Pætursborg í 1888. Verkið verður mett, sum eitt av størstu verkunum, sum Tjajkovskij skrivaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder