Uttanlands

Fyrsti partur av rakettini komin til Hetlands

Týska rúmdarfyritøkan roknar við at skjóta RFA One út í august mánaði

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-03 10:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Hetlandi økist spenningurin nú dagurin til fyrstu rakettútskjótingina av SaxaVord rakettstøðini í Unst, norðast í Hetlandi nærkast.

Týska rúmdarfyritøkan Rocket Factory Augsburg er í gongd við at flyta fyrstu rakettina, sum skal sendast út av støðini til Hetlands.

Týsdagin kom tann fyrsti parturin av rakettini, RFA One, fluttur á longum viðfestivogni við ferjum yvir um sundini, fyrst til Yell og síðan av Yell yvir á Unst, haðani stóri bilurin fór eftir smølu vegunum út á Lamba Ness, sum liggur í landnyðringshorninum av Unst (sí filmin omanfyri).

Hesin fyrsti parturin er sjálv lyftirakettin, sum skal lyfta rakettina tað fyrsta pettið. Komið í føroyskt loftrúm onkrastaðni millum Hetland og Føroyar, verður hesin parturin loystur av rakettini, og dettur niður í havið.

Hetta merkir, at tá rakettvirksemið fer í gongd í Hetlandi – rakettstøðin liggur bert góðar 200 fjórðingar í ein landsynning úr Borðuni – so fær hetta eisini ávísa ávirkan á okkum. Um ikki annað, skal skipaferðslan ávarast um at halda seg burtur fyri ikki at verða rakt av pettum av rakettini.

RFA One rakettin verður sett saman av trimum pørtum. Tá allir tríggir partarnir eru komnir upp á pláss, verður rakettin umleið 30 metrar høg. Og toppurin av rakettini kemur at stinga 60 metrar upp í luftina, tá hon er klár til avskjóting av útskjótingarpallinum á Lamba Ness, sum hevur fingið navnið, Fredo Launchpad.

Ætlanin hjá Rocket Factory Augsburg er framvegis, at fyrsta rakettin skal skjótast út í august mánaða. Hetta verður tann fyrsta veruliga rakettútskjótingin yvirhøvur í Evropa.

Les eisini: Hetlendingar gera klárt til rakettútskjóting í august

Herundir er filmur sum vísir hvussu tað gekk fyri seg, tá fyrsti partur av RFA One rakettini varð sendur avstað frá rakettverksmiðjuni í Augsburg í Týsklandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder