Innanlands

Alskyns sjómatur í Tórsgøtu og Vágsbotni allan leygardagin

Leygardagin 4.mai verður miðbýurin í Havn aftur karmur um hugnaliga og hugkveikjandi tiltakið "Ein dagur á Grynnuni", ið savnar føroyingar at fagna góða, staðbundna sjómatin.

2024-05-03 21:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Á tiltakinum luttaka kokkar og matfólk úr øllum landinum, umframt gestakokkar úr grannalondum, og frá ovast í Tórsgøtu til niðast í Vágsbotni vera serstakar matoyggjar, har gestirnir kunnu smakka alskyns brellbitar úr sjónum.

Endamálið við afturvendandi tiltakinum er at seta sjóneykuna á virðismikla sjótilfeingið, og talan verður um alskyns nýveidd fiskasløg eftir árstíð.

Umframt leskiligu matupplivingarnar, verður hugfjálgur tónleikur á skránni, og bjóðað verður til góðar matløtur fyri fólk í øllum aldri.

Tiltakið byggir á sjálvboðið arbeiði og vælvild frá vinnuni, og allar matupplivingarnar á degnum eru ókeypis.

Ein dagur á grynnuni byrjar kl. 11.00 og tiltakið endar kl. 17.00.

Meira kunning um dagin og skránna verður tøk á facebooksíðuni hjá tiltakinum: Ein dagur á grynnuni.

[object Object][object Object]


[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder