Hondbóltur

Final Four verður spælt 8. juni og 9. juni

Elias og Kiel kunnu møta Aalborg, Barcelona ella Magdeburg í hálvfinaluni í Köln. Sí hæddarpunkt frá ótrúligu fjórðingsfinalusigrinum hjá Kiel her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-03 09:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit hava ein føroying í European Cup-finalunum, sum vera seinni í mai: Strandingurin Allan Norðberg.

Í European League eru høgri vengurnir úr ávíkavist Havn og Hoyvík, Jóhan á Plógv Hansen og Hákun West av Teigum við. Har er talan um eina "Final Four": Hálvfinalur, bronusdystur og finala sama vikuskifti.

Sí eisini: 
Allan skal spæla evropeiskar finalu
Óli og teir vunnu í Flensburg - liðini hjá Jóhan og Hákuni í hálvfinaluni

Tað er tað eisini í allarsterkastu evropeisku kappingini: Champions League. Í European League verða avgerandi dystirnir 25. og 26. mai í Hamburg - í  Champions League verður tað tvær vikur seinni. Har verður tað sum vant stóra Lanxess leikhøllin í Köln, sum verður karmur um avgerandi dystirnar.

Eins og í hinum báðum evropeisku kappingum er tað søguligt, at føroyingar eru við so seint í hesum kappingunum. Tó skrivaði Annika Fríðheim Petersen longu søgu í fjør, tá hon var við danska NFH til Final Four í European League hjá kvinnum.

Elias Ellefsen á SKipagøtu spældi ikki í fjórðingsfinalunum hjá Kiel, ið endaðu við ávíkavist níggju-máls tapi og tíggju máls sigri. Í fyrra førinum var talan um knæðið, sum darvaði - ov tíðliga eftir stoytin í Berlin. Í gjár var tað kanska ein blandingur av knænum og at tað gekk væl hjá bakketuni.

[object Object]
Sum vera man stórur fagnaður á "sebraunum". THW Kiel hevur havt eitt stríggið ár, men Champions League er gylti bjargingarvesturin. Elias Ellefsen á Skipagøtu sat uttanfyri, men føroyingurin fáa ein leiklut í Final Four (Mynd: Euro Handball) 

Á ótrúligan hátt vendi THW Kiel tí og vann 31-21 á Montpellier. Sí dramatisku hæddarpunktini frá dystinum ovast.

Sí eisini: Kúvending í Kiel

Kiel skal spæla hálvfinala í Köln leygardagin 8. juni móti Magdeburg, Barcelona ella Aalborg - lutakastið verður í næstu viku. Sunnudagin 9. juni eru finala/bronsudystir á skránni í stóru høllini. 

So er at vóna, at Elias Ellefsen á Skipagøtu skjótt verður heilt klárur aftur - so sanniliga til landsdystirnar í næstu viku - og at spælskiparin úr Hoyvík eisini fær álit á størsta pallinum í Evropa í juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder