Fótbóltur

Mattias fór út við skaða í økslini

Óheppin endi uppá dystin móti Sønderjyske har føroyski landsliðsmálverjin noyddist av vølli. - Kendist sum økslin fór partvíst úr lið og skal kannast seinni í dag, sigur Mattias Lamhauge við Portalin.

(Savnsmynd: Ingi Arge / B36)

(Savnsmynd: Ingi Arge / B36)

2024-05-03 16:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni varð greitt, at Mattias Lamhauge var á mánaðarliðnum í næstbestu deildini í Danmark. Byrjanin í Fredericia hevur góð, men hetta fekk eitt slag av skoti fyri bógvin í gjárkvøldið.

Mattias stóð annars væl størsta partin av dystinum móti oddaliðnum Sønderjyske. Tað var 1-1 í 83. minutti, tá havnarmaðurin kastaði seg fyri einum skoti. Mattias Lamhauge helt ikki skotinum, og tað sá heilt løgið út, tá hann skuldi fara eftir bóltinim aftur.

- Kendist sum um økslin hoppaði úr og uppá pláss aftur. Tá eg kom niður føldi eg eitt sindur til okkurt. So royndi eg at koma upp aftur eftir bóltinum; tá føldi eg at økslin bara glapp, sigur Mattias sjálvur við Portalin í dag.

Søren Andreasen kundi seta bóltin í tóma málið, meðan Mattias legði seg niður aftur við stórari pínu. Hjálp varð boðsend, og 24-ára gamli føroyski málverjin gekk av vølli og helt fyri økslina.

Fyrrverandi TB-málverjin Frederik Mehder kom inn ístaðin - Sønderjyske staðfesti uppflytingina við 2-1 sigrinum.

Fredericia er nummar trý og spælir afturum um níggju dagar. Spurningurin er, nær Mattias er tøkur aftur.

- Eg havi pínu. Skal til ultraljóð kanning seinni, og so fáa vit at síggja hvussu støðan í økslini er, sigur Mattias Lamhauge við Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder