Reyði Krossur letur hálva millión til arbeiði móti ebola
Síðan í mai hevur stórt ebola-útbrot verið í Demokratiska Lýðveldinum Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika, og Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til átøk, sum fevna um arbeiði í londunum, har smittan er staðfest, og um fyrireiking og tilbúgving í grannalondum, har vandi er fyri víðari spjaðing