Elsa Berg vitjar í Kollafirði mikudagin
Endamálið við vitjanini er, at fólk kunnu fáa høvi at siga sína hugsan, koma við preium ella tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum á hjarta. Fyrr í ár hevur borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vitjað í Hesti, á Velbastað, Kirkjubø og í Kaldbak, og ætlanin er at gera tað sama í øllum bygdunum í kommununi komandi tíðina