Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir um dagin
Í 2010 tók Bakkafrost samtakið 21.626 tons av fiski. Til samanberingar ætlar samtakið í 2026 at taka 140.000 tons í Føroyum og Skotlandi tilsamans. 16 ár og ein øking á góð 120.000 tons. Hesi árini eru nógv fleiri arbeiðspláss skapt, heilar veitaravinnur eru uppbygdar, og Bakkafrost framleiðir 2,7 milliónir máltíðir til heimin um dagin.