Tvey skipa afturat í FAS

02 Dec 09 (14:10)

Seinasta mánadag varð Tananger, sum er eitt ro-fo skip, skrásett í FAS. Skipið er til støddar 4636 bruttotons, er 93,3 metrar langt og 16,5 metrar breitt

Í summar bleiv Nordkinn skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini. Tananger er sostatt annað skipið, ið Sp/f Skipafelagið Nor-Lines letur skráseta í FAS. Tananger siglur í rutu millum Noreg, Ongland og Týskland.
Í dag, 2. des. er enn eitt skip skrásett í FAS. Hesaferð er talan um eitt svenskt tangaskip Alice, hvørs eigari er Sp/f Gotland Shipping.
Alice er tangaskip bygt í Turkalandi í 2005. Skipið er til støddar 4859 bruttotons, er 112 m langt og 17 m breitt.
Sambært stjóranum í svenska móðurfelagnum Rederi AB Gotland, Jan-Erik Rosengren, meta tey FAS sum eitt spennandi alternativ. Svenska sjóvinnu tíðarritið Shipgaz skrivaði í farnu viku at tað er væl hugsandi, at systirskipið hjá Alice, Red Teal, eisini verður skrásett í FAS”.
Stjórin í FAS, Tommy Petersen, var í farna mánaði í Svøríki og hevði fundir við fleiri reiðarí, umframt advokatar og bankar.
- Tað sýnist sum um, at áhugin fyri FAS millum svenskar reiðarar er rættiliga stórur, og vit koma uttan iva at síggja onnur svensk skip í nærmastu framtíð, sigur Tommy Petersen.

Tórshavn, hin 2. des. 2009 Føroya Altjóða Skipaskráseting FAS

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: