Føroysk orkusparing til danskt reiðarí

21 Dec 09 (19:10)

Danska reiðaríið, Norden, hevur bílagt fýra GreenSteam-skipanir frá føroyska Decision3

GreenSteam hevur verið nýtt umborð á einum skipi hjá Norden í longri tíð, og felagið hevur skipað fyri óheftum kanningum av GreenSteam í hesum tíðarskeiði.
Í kanningum er eitt skip, har GreenSteam hevur verið nýtt, sammett við átta systurskip, og niðurstøðan vísir, at orkusparingin er minst 2,5% við føroysku tøknini umborð.
Dánjal Jákup Jacobsen, stjóri í Decision3, sigur, etta er ein umráðandi varði á vegnum hjá virkinum.
- Vit kunnu nú ásanna, at skipanin hevur prógvað sítt virði fyri kundan. Vit eru samstundis fegnir um, at samstarvið heldur fram við Norden, eitt serstakliga dygdargott reiðarí, sum leggur stóran dent á bæði góðsku og umhvørvi. Og vit meta teirra val av okkara skipan sum eina greiða váttan av praktiska virðinum í GreenSteam, sigur Dánjal Jákup Jacobsen.

GreenSteam er ein nýggj loysn, sum betrar orkueffektivitetin hjá skipum. GreenSteam nýtir framkomnar, støddfrøðiligar tilgongdir og byggir á fleiri ára gransking og menning hjá Decision3.
Skipanin nýtir sjálvvirkandi innsavnan av dátu frá einstaka skipinum, millum annað frá serliga mentum radarum, ið máta bylgjurnar rundan um skipið.
Decision3 varð heiðrað av Vinnuhúsinum sum Ársins Átak í 2008 og varð í 2009 tilnevnt eitt av teim 50 ‘Cleantech’ virkjunum í Norðurlondum við størstu vakstrarútlitum.
Íløgufeløgini Framtak og P/F Royndin gjørdu í 2009 íløgu í Decision3 og eiga saman við starvsfólkunum virkið.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: