Jógvan Davidsen 100 ár

07 Feb 10 (8:12)

Í dag fyllir Jógvan Davidsen úr Elduvík, sum býr á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, 100 ár.

Jógvan er føddur 7. februar 1910 í Haldarsvík, sonur Mariu Dahl úr Oyndarfirði og David Davidsen úr Tjørnuvík.

Sum tvey ára gamal kom Jógvan til Elduvíkar til mostur sína Andreu og mann hennara Sofus Haraldsen at verða, tí mamma hansara var sjúk.

Jógvan vaks sostatt upp í Elduvík, og fór til skips sum 14 ára gamal. Seinni fór hann á maskinskúla í Havn. Tá hann var í 20-unum, fór hann í læru á maskinverksmiðjuni Tuxham í Keypmannahavn og gjørdist maskinsmiður.

Jógvan giftist í 1937 við Gerdu Jacobsen úr Thisted, tey búsettust í Keypmannahavn, og fing trý børn: Dianu, Stig og Hjørdis.

Gerda andaðist í 1970, og 1983 flutti Jógvan aftur til Elduvíkar at búgva.

Jógvan flutti í Sambýlið á Skála í 2000, og í 2006 flutti hann á Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, har hann býr í dag.

Í sambandi við føðingardagin verður opið hús á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í dag millum kl. 15 og 17.


Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: