Flogbóltur: Fýra útisigrar

07 Feb 10 (23:26)

Øll útiliðini vunnu, tá tríggir dystir vóru í dag í Eik-liguni hjá kvinnum og ein hjá monnum. Hjá kvinnunum er framvegis hørð kapping um, hvør fær eitt finalupláss ímóti SÍ.

Einki veruliga óvæntað úrslit var í Eik-liguni hjá kvinnum í dag, men tó var tað kanska eitt sindur óvæntað, at TB skuldi hava so striltið við at syfta botnliðnum, KÍF – eisini, hóast TB ikki spældi við sterkastu uppstilling allan dystin.

Oddaliðið, SÍ, vann ein tryggan útisigur á ÍF, sum ongantíð megnaði at hótta. Dráttur vann fyri triðju ferð á rað á Fleyr, ið tykist vera fullkomuliga uppsteðgað og nú ikki longur kann roknast millum finalukandidatarnar.

Hjá monnunum fylgdi ÍF í løtum hampuliga væl við SÍ, men tað var kortini ikki nóg mikið til at hótta sørvingar, ið eru væl á veg ímóti finaluni, ið óivað verður ímóti Mjølnir.

Eik-ligan, kvinnur
ÍF-SÍ 0-3 (7-25, 13-25, 17-25)
KÍF-TB 0-3 (7-25, 23-25, 20-25)
Fleyr-Dráttur 1-3 (18-25, 25-18, 23-25, 11-25)
Støðan: Mjølnir 15, SÍ 14, Fleyr 8, ÍF 0

Eik-ligan, menn
ÍF-SÍ 0-3 (17-25, 20-25, 23-25)
Støðan: SÍ 15, TB 11, Mjølnir 10, Dráttur 9, Fleyr 7, ÍF 2, KÍF 0

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: