Føroya Banki keypir 12 danskar bankadeildir

08 Feb 10 (7:58)

Føroya Banki hevur í dag keypt deildarnetið hjá Sparbank í Grønlandi og níggju deildir hjá Sparbank í Jyllandi og á Fyn við innlánum á 3,6 mia. kr. og útlánum og ábyrgdum á 3,9 mia. kr. Starvsfólkahópurin hjá Føroya Banka-samtakinum veksur við keypinum upp í 456 starvsfólk, harav fleiri enn 200 nú starvast uttan fyri landoddarnar.


Føroya Banki hevur leingi havt eina strategiska ætlan um at vaksa við at víðka marknaðarøki sítt í útnorði og Danmark. Við hesi yvirtøkuni fær bankin eitt gott og lønandi grundarlag at vaksa um sítt virksemi í hesum økjum.

Í Danmark fær bankin gott fótafesti í fleiri týðandi býum í Jyllandi og á Fyn við deildum bæði í Silkeborg, Skanderborg, Horsens, Kolding, Vejle, Esbjerg, Varde, Haderslev og Odense. Í Grønlandi verður Føroya Banki ein av bert tveimum bankum við deildum í Nuuk, Sisimiut og Ilulissat.

Útlán og ábyrgdir í teimum 12 deildunum eru 3,9 mia. kr. Triðja ársfjórðing í 2009 vóru útlán og ábyrgdir hjá Føroya Banka 7,7 mia. kr. Økingin er sostatt 51 prosent. Frammanundan er Føroya Banki millum 10 teir størstu bankarnar á danska virðisbrævamarknaðinum.

- Deildirnar eru allar í áhugaverdum økjum og hóska sera væl inn í okkara ætlan at vaksa út um Føroyar, her okkara marknaðarpartur er 40 prosent. Kundarnir í okkara nýggju marknaðarøkjum fara at merkja, at ein nýggjur banki er komin til býin, ið bæði leggur dent á nærøkið og hevur kapitalstyrkina at gera mun, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
 


Janus Petersen vísir á, at bankin í fleiri ár hevur havt góð avlop og tí hevur fíggjarligu styrkina at keypa tær 12 deildirnar frá Sparbank.

- Vit ætla at veita privatkundum og smærri vinnuvirkjum tænastur og fara framvegis at leggja dent á at hava lágan kredittváða. Soleiðis reka vit bankan í Føroyum, og tað hevur havt við sær gott lønsemi og sera høgan solvens, sigur Janus Petersen. 
 


Føroya Banki hevur keypt tær 12 bankadeildirnar fyri 335 mió. kr. Rindað verður í sambandi við yvirtøkuna, sum er treytað av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum.

Føroya Banki hevur undan keypinum mett um raksturin hjá teimum 12 deildunum og gjøgnumgingið meginpartin av lánunum. Bankin hevur kunnað staðfest ein sunnan útlánspolitikk, ið samvarar við bankans egna útlánspolitikk.
 


Tey 136 starvsfólkini í teimum 12 deildunum halda fram í sínum størvum og verða nú partur av starvsfólkaliðnum hjá Føroya Banka. Yvirtiknu bankadeildirnar verða prýddar við navninum og búmerkinum hjá Føroya Banka. 
 


Við keypinum er Føroya Banki nú virkin í Føroyum, Danmark, Grønlandi og Íslandi, har bankin eigur 51 prosent av tryggingarfelagnum, Vørði, sigur Føroya Banki í tíðindaskrivi.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: