Kerr trýr upp á Jóan Símun

08 Feb 10 (11:08)

Tað eru vøkur orð, sum landsliðsvenjarin hevur at bera Jóan Símun Edmundsson, nú toftamaðurin hevur skrivað undir sáttmála við Newcastle

Um vikuskifti hevði enska Sunday Sun grein um Jóan Símun Edmundsson, sum nú hevur skrivað undir sáttmála við Newcastle. Ein sáttmáli, sum í fyrsta umfarið er galdandi fram til endan av enska kappingarárinum.
Blaðið hevur tosað við Brian Kerr, og føroyski landsliðsvenjarin sigur við blaðið, at hann roknar við, at Jóan Símun hevur tað, sum skal til.
- Eg rokni ikki við, at hann spælir á besta liðnum longu hetta kappingarárið. Men eg rokni við, at hann veruliga prógvar sítt virði, og at hann kann stríðast um pláss á besta liðnum komandi kappingarár.
- Og hann hevur avgjørt sínar dygdir. Hann dugir at sleppa fram við einum mótstøðumanni, og hann veit, hvussu tú skjýtur mál, sigur Brian Kerr.
Hetta við málunum hevur Jóan Símun eisini prógvað á føroyska U21-landsliðnum, har hann við trimum málum varð føroyskur toppskjútti. Eitt av málunum kom í Gundadali móti Russlandi, tá hjálparvenjarin hjá Newcastle, Colin Calderwood, var millum áskoðararnar til dystin.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: