Mynd: Neyðugt var til tillagingum og tað kostar 22 fólkum starvi, sigur Bakkafrost. Savnsmynd

Bakkafrost eftir hópuppsøgn: Neyðugt við tillagingum

08 Feb 10 (11:25)

Sum vit fortelja longur niðri á Portalinumm eru heili 22 fólk søgd upp á Vestlaxi í Kollafirði í morgun

Beint nú sigur fyri Bakkafrost í tíðindaskrivi, at eftir at føroyska alivinnan í 2009 seldi útvið 60.000 tons av aldum fiski, verður nakað minni av tøku í ár enn
undanfarna ár.
Orsøkin er, at færri smolt vórðu sett út í 2008 enn í 2007.
Bakkafrost hevur tvey kryvjivirki, sum við fullari orku kryvja umleið 1.000 tons av laksi um vikuna. Nú mongdin av laksi í 2010 er minkandi, verður neyðugt at tillaga orkuna, og tí verður farið frá skiftivakt skipanini á kryvjivirkinum í Kollafirði niður á eina vakt.
Virkið í Klaksvík koyrir frammanundan bert við einari vakt, og har verður eingin
broyting.
Avleiðingin av minnu nøgdini í ár er tíverri, at tað er neyðugt at siga 22 fólkum úr starvi á virkinum í Kollafirði.
Í 2009 varð meira smolt sett á sjógv aftur, og eftir ætlan verður mongdin av laksi í 2011 aftur á minst somu mongd sum í 2009, leggur Bakkafrost afturat

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: