Mynd: Jóan Pauli Joensen handar Silju Strøm gávugóðsið

Silja fekk gávugóðsið

08 Feb 10 (14:47)

Seinnapartin í dag handaði Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya Herborg Silju Strøm gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Gávugóðsið, sum er 60.000 krónur, verður latið einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg. Í grundgevingini sigur nevndin fyri grunnin:

Silja Strøm (f. 16. januar 1987) hevur við evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har umhvarvið av einum komandi listafólki av álvara hómaðist. Í 2007 byrjaði Silja hægri listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í Wien. Hon hevur eisini luttikið á fleiri framsýningum á høgum støði. Serframsýning hennara ”we will sink and settle on the waves” var í Mentamálaráðnum í 2009. Í úrvalsframsýningini ”Myndaódnin” á Steinprenti um jólini hingu tvær sera áhugaverdar prentmyndir hennara ímillum myndir hjá Per Kirkeby og Marius Olsen. Silja er ung og undir útbúgving, og tað sæst longu, at listagávur hennara eru sjáldsama væl paraðar við skynsemi og áræði og einum gjøllhugsaðum, varisligum og tálmaðum yvirbrá, sum gevur ábendingar um ein sermerktan fínleika, samstundis sum listakvinnan í øðrum myndum veruliga torir at vera ljót og øðrvísi í sínum lýsingum.

Í nevndini fyri grunnin sita Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya, og Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: