Sólrun kennir seg eitt sindur seka

08 Feb 10 (18:12)

Danski forsætisráðharrin hevur verið fyri atfinningum orsaka av familjuferiu á Tenerifa seinastu vikuna, og í kvøld svaraði føroyska kona hansara spurningum á TV2.

- Eg kenni meg eitt sindur seka, segði Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, tá ið hon varð spurd um familjuferðina til Tenerifa og atfinningarnar í kjalarvørrinum av hesum.

Sólrun greiddi frá, at hon hevði vetrarferiu frá sínum arbeiðsplássi, og tí tóku tey børnini úr skúlanum og fóru í feriu sunnanfyri. Hon helt, at donsku fjølmiðlarnir høvdu gjørt alt ov nógv burturúr og vóru farnir í sjálvsving.

Hon legði dent á, at hóast maðurin er forsætisráðharri í Danmark, má hann eisini sleppa at verða familjumaður.

- Tað er ein maður, sum er forsætisráðharri í Danmark, ikki ein maskina. Hann skal hava loyvi at fáa sær onkrar feriudagar og at taka onkrar sjúkradagar hjá børnunum heima, segði Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen við TV2 í kvøld.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: