Várkonsert við Vágakórinum og Hanus G. Johansen

14 Mar 10 (15:41)

Mánadagin 15. mars kl. 19.30 bjóðar Vágakórið saman við Hanus G. Johansen til várkonsert á Giljanesi.


Á skránni hjá Vágakórinum eru bæði føroyskir og útlendskir sangir, og Hanus fer at syngja nakrar av teimum sangunum, sum hann er so kendur og væl dámdur fyri.

Skráin er skipað soleiðis, at kórið byrjar at syngja tríggjar svenskar sangir – millum annað “Här är gudagott at vara” og eisini sera hóskandi “Si god afton og god kväll”. Aftan á fer Hanus at syngja, og so heldur kórið fram við ymiskum løttum vísum og kærleikssangum. Menninir í kórinum fara eisini einsamallir at framføra sangin “Good night ladies”.
Tá ið Hanus aftur hevur sungið, endar kórið konsertina við at syngja tríggjar føroyskar sangir, millum annað vársangin “Nú strýkur vár um heimlandsvøll” við lag eftir Knút Olsen.

Væntandi verður hetta ein stuttlig og hugnalig konsert, við sera ymiskum áhugaverdum tónleiki soleiðis at øll kunnu fáa nakað burturúr.

Vágakórið ætlar sær í heyst at fara til Finnlands at luttaka í stórari norðurlendskari stevnu fyri kirkjukór. Yvirskotið frá várkonsertini fer til fígging av ferðini. Vit vilja tí fegin heita á so nógv sum møgulig at koma til konsertina og fáa eitt gott kvøld fyri tær 100,- kr., sum atgongumerkini kosta.




Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: