Mynd: Starvsfólk á Bakkafrost, sum eisini er við á Boston Seafood Show

Føroysk alivinna ger um seg á amerikanska marknaðinum

15 Mar 10 (7:35)

Í ár verður fyri fyrstu ferð føroysk básaluttøka á umfatandi stevnuni Boston Seafood Show, sum verður í døgunum 14.-16. mars.

Uttanríkisráðið skrivar á heimasíðuni, at fýra føroyskar fyritøkur luttaka á stevnuni í Boston. Hesar eru Bakkafrost, Luna, Salmex og Primafisk. Fyritøkurnar fara saman við umboði úr Uttanríkisráðnum at varpa ljós á føroysku alivinnuna og sjómatarvinnuna í USA og at nema nýggja vitan um hendan týðandi marknaðin.

Á hvørjum ári skipar amerikanski sjómatarídnaðurin fyri Boston Seafood Show, sum er ein umfatandi stevna fyri allar týðandi veitarar og keyparar á amerikanska marknaðinum fyri sjómat. Hvørt ár luttaka yvir 16.000 handilsfólk frá fleiri enn 90 londum og meira enn 80 útstillarar.

- Amerikanski marknaðurin er sera áhugaverdur hjá føroyskum fyritøkum. Í 2009 fekk føroyska alivinnan í meðal 2 krónur meira fyri kilo av stóra alilaksinum, sum tær útfluttu til USA í mun til kiloprísin í Evropa. Eisini er amerikanskimarknaður størri enn allur evropiski marknaðurin tilsamans, og tí liggja stórir møguleikari í hesum marknaði, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Í 2010 væntast marknaðarparturin hjá føroysku alivinnuni í USA at røkka 4%, sum er ein tvífaldan av marknaðarpartinum í mun til 2008. Ein orsøk er kreppustøðan í Kili, har laksaútflutningurin minkaði við næstan tveimum triðingum í hesum tíðarskeiðinum. Økti amerikanski eftirspurningurin eftir føroyskum alilaksi er eisini grundaður á broyting í nýtsluni av føroyskum útflutningsvørunum, sum nú í størri mun enn áður, verða nýttar í hágóðskuvørum á sushimatstovum.

Í fjør stóð føroyska alivinnan fyri 40 prosent av okkara samlaða vøruútflutningi, og útlitini fyri alivinnuna eru jalig. Í farnu viku kom fram í norskum fjølmiðlum, at føroyska alifyritøkan Bakkafrost var nógv meiri kappingarfør í fjórða ársfjórðingi 2009 enn allar tær stóru marknaðarleiðandi norsku alifyritøkurnar.

- Vit eiga at brúka sterku støðuna hjá føroysku alivinnuni offensivt. Og nú tá Kili, sum størsti veitarin til amerikanska marknaðin er í trupulleikum, hava vit ein góðan møguleika at styrkja um okkara marknaðarstøðu , sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: