Fólkflokkurin mælir til avmarkaðan setanarsteðg í fimm ár

15 Mar 10 (0:17)

- Nú renna Eyðgunn Samuelsen og Javnaðarflokkurin undan sínum egnu uppskotum um lønarsteðg í tvey ár, sigur Jákup Mikkelsen, formaður Fólkafloksins á tingi.


Jákup Mikkelsen vísir á, at tá Eyðgunn Samuelsen leggur formann Fólkafloksins, Jørgen Niclasen, og Fólkaflokkin undir at skjóta upp lønarsteðg við lóg, er beinleiðis ósatt og rein manipulatión.

- Tað Fólkaflokkurin millum annað hevur mælt til er ein avmarkaðan setanarsteðg. Hetta merkir, at um 300 fólk fara úr almennum starvi eitt ár, so seta vit 200 aftur í starv og soleiðis minka vit almenna sektorin við 100 fólkum um árið. Harafturat hava vit tikið undir við Javnaðarflokkinum, um at lønarkarmurin verður hin sami, við tí broyting, at Fólkaflokkurin mælir til sama lønarkarm hjá teimum alment løntu í fimm ár mótvegis Javnaðarflokkinum sum mælir til 2 ár.

Jákup Mikkelsen sigur, at Javnaðarflokkurin ikki hevur fingið nakað uppskot frá Fólkflokkinum at fremja lønarsteðg við lóg.

- Allir føroyingar eru greiðir yvir, at búskaparstøðan er álvarsom, og at neyðugt verður at taka tungar avgerðir, men hetta er neyðugt, og vit sum hava ábyrgd mugu vísa ábyrgd, sigur hann.

Jákup Mikkelsen sigur, at tilmæli Fólkafloksins miðjar ímóti at fáa tamarhald á búskapin, minka rakstrarútreiðslurnar og fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2015.

Leita:
Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Skræddaraseymaður køkur úr Litava...

Tað kann vera bæði torført og kostnaðarmikið at fáa sett upp ein ný ...
Lampa við trimum træbeinum

Lampa við trimum træbeinum

Seinastu tíðina hava vit sæð nógv ymiskt innbúgv úr viði. Og nátúrliga rák ...
Slappa av millum oliventrøini

Slappa av millum oliventrøini

Hesu húsini, sum í veruleikanum eru tvey hús, standa í Salento í vínøki ...
Reingerð av einum roykjaraheimi

Reingerð av einum roykjaraheimi

Hevur tú keypt eini hús ella eina íbúð, sum hevur hýst einum ella fle ...
Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Finn hjartað í heimi tínum á Hote...

Kundi tú hugsað tær at búð soleiðis, sum tú droymir um at b ...
hvat kallast nýggji stjórin hjá MEST?
Hvør bleiv vinnarin av kappingini Statoil kring Føroyar?
Nær byrjar Ólavsøkukonsertin?
Nær er Summarfestivalurin?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Kristina á Høvdanum
Navn: Telefonnr: