Oasan brotið halgidagsfriðin

08 Apr 10 (13:17)

Bæði langa fríggjadag og páskanátt ringdu grannar hjá Oasuni í Hoyvík og klagaðu um gang.


Langa fríggjadag fór politiið inn á gólvið í Oasuni og bað tey um at skrúva niður, men páskanátt var aftur galið. Politiið vitjaði aftur, men sambært einum granna gekk bara ein løta, so varð spælt líka hart aftur.

- Man skuldi trúð, at tað var eitt diskotek, men Oasan er ein samkoma, sum gjørdi, at vit ikki fingu sovið alla høgtíðina. Alt skalv, sigur grannin, ið bað politiið um hjálp at fáa svøvnnáðir.

Tá ið ein samkoma spælir harðan tónleik kemur tað ikki undir hugtakið “offentlig forlystelse”, ið eftir halgidagslógini er forboðið um høgtíðina.
Men tað er kortini brot á halgidagslógina at halda gang halgidagar. Grein 1 í lógini sigur nevniliga:

Á halgidøgum hjá fólkakirkjuni, er alt arbeiði innan ella uttan fyri húsið, sum við larmi ella øðrum viðførur, at tað órógvar halgidagsfriðin, forboðið.

Somuleiðis er tað brot á politiviðtøkurnar fyri Tórshavn, sigur Finn Ougaard, varafúti.

Leita:
Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Hvussu eitur Indian Summer á føro...

Tað hevur verið av fagrasta veðri seinastu dagarnar, serliga n ...
Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Føroyskur serfrøðingur í blámusop...

Nýggj fyritøka við heimstaði á internetinum og í ...
Listaverkini í Skúladeplinum í Ho...

Listaverkini í Skúladeplinum í Ho...

Seinastu árini eru fleiri stórar almennar prýðingsuppgávur framda ...
Sovið í einum Cadillac

Sovið í einum Cadillac

V8 eitur eitt serstakt hotel í týska býnum Stuttgart.
At skifta eina brotna flís

At skifta eina brotna flís

Fleiri av okkum hava upplivað at havt eina brotna flís hangandi í kanska á ...
Nær verður The Global Leadership summit hildið í norðurlandahúsinum?
Nær verður jobmatch ráðstevnan hildin í føroyahúsinum?
Hvørjum skal Føroyska landsliðið spæla ímóti 3.september?
Hvat kallast gosfjallið á Indonesisku oynni Sumatra sum er fari at goysa?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Ester Àarskarð
Navn: Telefonnr: