Mynd: Tað verður smidligari at flyta feskan fisk til Russlands, lovar Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Savnsmynd.

Loysn komin á útflutningi til Russlands

15 Jul 10 (12:33)

Nú verður smidligari at útflyta feskan fisk til Russlands.

Eftir at útflutningurin til Russlands byrjaði aftur á sumri í 2009, hevur tað verið eitt stórt ynski hjá føroysku vinnuni at fáa ein lættari útflutning.

Loysnin er nú komin og hon verður sett í verk í næstum, boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá.

Í stuttum hevur avbjóðingin verið, at fyri útflutning av matvørum til Russland, er tað eitt ófrávíkiligt krav frá russum, at allar bingjur við matvørum skulu seglast við veteriner-segli í Føroyum. Somuleiðis skal heilsuváttanin fyri matvøruna, ið er í bingjuni, samsvara 100 prosent, tá matvøra og heilsuváttan, verða móttikin av russisku myndugleikunum við marknaðliðini inn til Russland. Er tað ikki samsvar, verður matvøran avvíst við markið.

Fyri at hetta skuldi bera til, var neyðugt at fáa russiskar anhengarar til Føroya, og tað var ósmidligt fyri vinnuna. Skuldi fiskurin hinvegin lastast um í Danmark, sum ynski hevur verið um fyri at gera tað smidligari, mátti veteriner-seglið brótast, og so verður lastin steðgað á russiska markinum.

Men nú er avtala fingin í lag við russisku myndugleikarnar og danska Fødevarestyrelsen, um at tað, undir eftirliti av danska embætisdjóralæknanum, skal bera til at umskipa feska fiskin í russiskar anhengarar í Danmark.

Leita:
Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Sniðgevin hersaferð er Marcel Wanders úr Hollandi. Hann hevur sein ...
Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Á hvørjum ári letur blaðið Bo Bedre ymsar virðislønir til ...
Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Lesari spyr, hvussu tað skal farast fram, tá stoypt verður partvíst ...
Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Hesu herligu húsini, sum síggja út sum ein blanding millum okkurt fr ...
Le Klint klassikari í hvítum og s...

Le Klint klassikari í hvítum og s...

Síðani Erik Hansen teknaði nú klassisku vegglampuna fyri Le K ...
Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Team Klaksvík?
Hvør vann Tórshavn Marathon?
Nær verður vinnudagurin 2010 hildin?
Hvat er nýggja navni hjá Føroya Banka?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Gert Lydersen
Navn: Telefonnr: