Mynd: Háhús í Manukau (Mynd: Google)

Slapp livandi frá falli av 16. hædd

26 Jul 10 (7:55)

Ein 15 ára gamal drongur í Ný Sælandi slapp við lívinum, tá hann datt næstan 50 metrar niður av ovastu hædd í einum íbúðarbygningi í býnum Manukau. Myndugleikarnir siga, at

talan er um eitt satt undur.

Drongurin datt úr íbúðini hjá foreldrunum, sum er á 16. hædd. Í fallinum fór hann ígjøgnum takið á einum bilhúsi, áðrenn hann datt niður á eitt betonggólv. Kortini slapp hann uttan nakað varandi mein, skrivar blaðið New Zealand Herald.

Læknakanningar á sjúkrahúsinum vístu, at drongurin hevði brotið annan handliðin og onkur riv. Harafturat hevði hann fingið onkrar snuddir, men væntandi sleppur hann av sjúkrahúsinum seinni í vikuni.

Ein serfrøðingur sigur við New Zealand Herald, at tað var ikki høvdið, sum tók fyrst, og tað er helst orsøkin til, at drongurin slapp við lívinum.

Maðurin, sum eigur íbúðarbygningin, heldur, at takið á bilhúsinum bjargaði dronginum, tí tað tók tað mesta av fallinum.

Leita:
Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Sniðgevin hersaferð er Marcel Wanders úr Hollandi. Hann hevur sein ...
Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Á hvørjum ári letur blaðið Bo Bedre ymsar virðislønir til ...
Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Lesari spyr, hvussu tað skal farast fram, tá stoypt verður partvíst ...
Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Hesu herligu húsini, sum síggja út sum ein blanding millum okkurt fr ...
Le Klint klassikari í hvítum og s...

Le Klint klassikari í hvítum og s...

Síðani Erik Hansen teknaði nú klassisku vegglampuna fyri Le K ...
Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Team Klaksvík?
Hvør vann Tórshavn Marathon?
Nær verður vinnudagurin 2010 hildin?
Hvat er nýggja navni hjá Føroya Banka?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Gert Lydersen
Navn: Telefonnr: