Mynd: Boripallurin West Phoenix hevur nú sett borin í á loyvisøki 005. Savnsmynd.

Anne Marie-boringin byrjar

26 Jul 10 (8:40)

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at samtakið á loyvisøki 005 er byrjað at bora á Anne Marie-prospektinum á føroyska landgrunninum.

Loyvisøkið liggur í ein landsynning úr Føroyum, okkurt um 10 km frá landgrunsmarkinum millum Føroyar og Bretland. Brunnurin verður boraður á Anne Marie-leitimiðinum á 60° 49’ 14.514’’N og 04° 33’ 56.172’’ W. Havdýpið á staðnum er 1.106 metrar.

Boripallurin West Phoenix, sum norska felagið Seadrill eigur, skal bora brunnin.

Boringin verður mett at taka umleið 75 dagar.

Faroe Petroleum eigur 12.5 prosent av loyvi 005. ENI Denmark BV er fyristøðufelag og umboðar 30 prosent av loyvinum. Hinir loyvishavararnir eru OMV við 20 prosentum, CIECO við 12.5 prosentum, og Dana Petroleum við 25 prosentum.

Faroe Petroleum fegnast um, at Anne Marie boringin er byrjað. Anne Marie er ein týðandi brunnur, sum kann fáa stóra ávirkan á felagið. Loyvi 005 varð tillutað felagnum í sambandi við fyrsta loyvisumfar í Føroyum í 2000, og var fyrsta loyvi hjá Faroe Petroleum.

Anne Marie er tann fyrsti av trimum djúpvatnsbrunnum á Atlantsmótinum í ár hjá Faroe Petroleum, sum miðað eftir prospektum við týðandi oljugoymslum. Hinir báðir brunnarnir, North Uist (Cardhu) og Lagavulin, liggja bretsku megin markið. Tað eru ávikavist BP og Chevron, sum eru fyristøðufeløg á hesum báðum brunnunum.

Leita:
Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Sniðgevin hersaferð er Marcel Wanders úr Hollandi. Hann hevur sein ...
Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Á hvørjum ári letur blaðið Bo Bedre ymsar virðislønir til ...
Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Lesari spyr, hvussu tað skal farast fram, tá stoypt verður partvíst ...
Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Hesu herligu húsini, sum síggja út sum ein blanding millum okkurt fr ...
Le Klint klassikari í hvítum og s...

Le Klint klassikari í hvítum og s...

Síðani Erik Hansen teknaði nú klassisku vegglampuna fyri Le K ...
Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Team Klaksvík?
Hvør vann Tórshavn Marathon?
Nær verður vinnudagurin 2010 hildin?
Hvat er nýggja navni hjá Føroya Banka?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Gert Lydersen
Navn: Telefonnr: