Tveir sessir stóðu tómir

29 Jul 10 (14:20)

Bara ein landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum var við í skrúðgonguni og á fyrsta tingfundinum í nýggju tingsetuni.

Í fínum ólavsøkuveðri vóru skrúðgongan úr Dómkirkjuni og niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavur Hátr stjórnaði kórsanginum.
Tá ið tingið varð sett, heitti løgmaður á samgonguna og andstøðuna um at samstarva fyri at røkka neyðugum málum.
Spurningurin er, um nakað politiskt skal leggjast í tað, men tað er ein sannroynd, at bara ein av trimum landsstýrismonnunum hjá Javnaðarflokkinum luttóku í morgun. Helena Dam á Neystabø gekk aftaná Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgeni Niclasen í skrúðgonguni. Hinir báðir landsstýrismenninir vóru ikki við, og undir tingfundinum vóru stólarnir hjá Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, og hjá Akseli Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, tómir.
Jóannes Eidesgaard var ikki við í skrúðgonguni fyri einum ári síðani, og tá ið tingið varð sett ólavsøkudag í fjør. Fíggjarmálaráðið hevur boðað frá, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er í summarfrí henda mánaðin.
Tveir tingmenn høvdu í skrivi til tingformannin biðið um, at næsti maður á listanum møtti fyri teir. Fyri Bill Justinussen møtti Vinjard Johansen. Tordur J. Niclasen, sum er fyrsti varamaður hjá Miðflokkinum, hevði boðað frá, at tað ikki bar honum til at møta.
Jaspur Vang úr Sambandsflokkinum bað um, at næsti maður á listanum møtti fyri hann. Tað var Edva Jacobsen, og eisini hon var við í skrúðgonguni og á tingfundinum.

Leita:
Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Bant ein stól og bleiv heimskendu...

Sniðgevin hersaferð er Marcel Wanders úr Hollandi. Hann hevur sein ...
Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Ársins skáp var upprunaliga úr go...

Á hvørjum ári letur blaðið Bo Bedre ymsar virðislønir til ...
Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Hvussu skal húsagrundin bjálvast

Lesari spyr, hvussu tað skal farast fram, tá stoypt verður partvíst ...
Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Nýggj hús í gomlum Shingle-stíli

Hesu herligu húsini, sum síggja út sum ein blanding millum okkurt fr ...
Le Klint klassikari í hvítum og s...

Le Klint klassikari í hvítum og s...

Síðani Erik Hansen teknaði nú klassisku vegglampuna fyri Le K ...
Hvussu eitur nýggi venjarin hjá Team Klaksvík?
Hvør vann Tórshavn Marathon?
Nær verður vinnudagurin 2010 hildin?
Hvat er nýggja navni hjá Føroya Banka?
Vinnarin verður drigin hvønn mánadag!
Vinnarin í síðstu viku. Gert Lydersen
Navn: Telefonnr: