SkíggjaSunn og Nærveruvika frá 12. oktober til 1. november
Aftur í ár verður átakið SkíggjaSunn, og undirtøkan er støðugt vaksandi. Í ár eru at kalla allir skúlar í Føroyum við – umframt kommunur og arbeiðspláss. Endamálið er at skapa tilvit um valdið, skíggjar hava fingið á okkum, og hvussu vit kunnu finna betri javnvág millum skíggjanýtslu og nærveru