placeholder

Fosturtøka bleiv samanborið við Nazitýskland - í øðrum føri hevði tað verið átalað

Formansskapurin valdi at leggja tað linju, at tað skal vera í lagi at úttrykkja og seta orð á hetta málið, sigur løgtingsforkvinnan um harðliga orðaskifti fríggjadagin

Bjørt Samuelsen, tingforkvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjørt Samuelsen, tingforkvinna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-25 06:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv tosað um, at hetta var at drepa, týna, og eisini samanberingar vóru við Nazi-týskland.

Orðaskiftið í undir 1. viðgerð av nýggju fosturtøkulógini fríggjadagin slapp at fara eitt sindur langt, og eisini longri enn vanligt. Hetta var nakað, sum formansskapurin hevði tikið avgerð um.

- Eg haldi hetta hevur verið eitt rættiliga hart orðaskifti. Tað hava verið søgd og brúkt orð, sum undir vanligum viðgerðum í øðrum føri, høvdu verið átalað, segði Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, tá orðaskiftið var liðugt.

- Í hesum førinum snýr tað seg um eitt mál sum er trupult og eymt tog sárbært, og formansskapurin hevur valt at leggja tað linju at tað skal vera í lagi at úttrykkja og seta orð á hetta málið, segði løgtingsforkvinnan.

- Men eg vil so siga, at løgtingsfólk útseta seg undir ábyrgd - ikki minst fyri sær sjálvum, og mugu eisini hugsa um avleiðingar av teimum oðrum, sum verða brúkt.

Grov ákæra
Ein sum helt, at orðaskiftið fór heldur langt, var landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, sum hevur lagt uppskotið fram.

- Eg haldi, at retorikkurin frá teimum, sum kritisera hetta uppskotið er heldur harður. Teir siga, at talan er um dráp, og tað er ikki hissini ákæra. At siga, at eitt landsstýrisfólk kemur við lóggávu sum drepur. Tað er ein øgiliga grov ákæra, segði Bjarni Kárason Petersen á tingsins røðarapalli móti endanum av orðaskiftinum.

Hann legði afturat, at tað at siga, at onkur drepur, átti at fingið størri avleiðingar enn tað fær.

[object Object]Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin og partur av formansskapinum í løgtinginum, tekur undir við Bjarna Kárason Petersen um, at orðingarnar vóru heldur ógvusligar.

- Eg eri samdur við tær, at summi av teimum tingum, sum blivu søgd í tinginum vóru betur ósøgd. Millum annað samanbering við Hitler og Naxitýskland osfr. Nokkso sjúklig hugsan, haldi eg, skrivar Johan Dahl í viðmerking.

Fosturtøkulógin var sum nevnt til fyrstu viðgerð fríggjadagin, og málið er beint í rættarnevndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder