placeholder
Innanlands

Sóknast eftir vitnum til harðskapsmál

Ein maður varð álopin í Havn fríggjakvøldið, og løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt ella vita okkurt um hendingina

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-25 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan sóknast eftir vitnum til eina hending, sum fór fram í Havn fríggjakvøldið.

Tað var beint fyri klokkan 23, at ein maður varð álopin beint við Bowlinghøllina á Hálsi. Maðurin fekk so mikið at skaða, at hann mátti á sjúkrahúsið til viðgerðar.

– Um onkur hevur sæð okkurt ella kennir til tilburðin, heita vit á tey um at seta seg í samband við okkum, so vit kunnu fáa lýst málið so væl sum gjørligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder