placeholder
Mentan

Móðurmálsdagur í Varpinum

Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Vencil og FøroyarLesa skipa fyri tiltaki í Varpinum í Klaksvík í sambandi við Móðurmálsdagin

(Savnsmynd: Jan Müller)

(Savnsmynd: Jan Müller)

2024-03-25 11:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Í Føroyum tosa vit føroyskt. Men tað er ikki ein fjarur tanki at hugsa sær, at vit tosaðu danskt. Tí danskt var einaferð við at troka føroyskt burtur. Í Hetlandi megnaðu tey ikki at standa ímóti trýstinum frá enskum, og norn - teirra móðurmál - doyði út. Nú er danskt ikki avbjóðingin hjá okkum longur, men enskt. Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hetlendingar.

Orðini koma frá Føroyamáli, Málráðnum, Námi, Bókadeildini, Føroyar lesa og Vencili, sum eru í holt við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til stóra móðurmálsdagin, sum verður í dag, 25. mars klokkan 16.

Móðurmálsdagurin verður í ár hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggj stavsetingarorðabók verður løgd fram á tiltakinum, sum er í tveimum pørtum, men við fjølbroyttari skrá, eitt nú framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur er eisini við á degnum.

Tiltakið er alment og ókeypis. Skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder