placeholder
Mentan

Páll Finnur Páll framførir á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Mentanarnáttin á Tvøroyri verður fríggjakvøldið 31. mai

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-25 16:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Páll Finnur Páll fer at framføra á Mentanarnáttini á Tvøroyri fríggjakvøldið 31. mai.

Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi í dag.

– Tað mugu vera sera fáir føroyingar, ið ikki kenna til superbólkin Páll Finnur Páll. Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer funnu saman í tónleikinum, á studentaskúlanum í Hoydølum í 1999 og kunnu teir sostatt hátíðarhalda 25 ár saman, sum tónleikarar.

– Árini síðan 1999 eru fleiri lagstir afturat bólkinum, ið síðan ungu árini á studentaskúlanum hevur útviklað seg til at vera ein tann best umtókti føroyski bólkurin, ið landið nakrantíð hevur sæð.

– Páll Finnur Páll hevur fimm fløguútgávur á samvitskuni og stórur partur av løgunum eru sannar landaplágur, ið øll duga at syngja við til. Løgini eru fangandi og teksturin ofta frekur og stuttligur, men sanniliga eisini álvarsamur.

– Tað er okkum ein sonn gleði at kunna kunngera, at Páll Finnur Páll verður at hoyra á Mentanarnáttini á Tvøroyri, fríggjakvøldið hin. 31. mai, 2024, skrivar kommunan.

Í bólkinum Páll Finnur Páll eru Páll Oddur Rubeksen, sang og gittar; Finnur Koba, sang og gittar; Páll G. Hammer, tangentar; Høgni Fagraberg, gittar; Ísak Sambleben, bass; og Halgir W. Arge, trummur.

Frammanundan hevur Tvøroyrar kommuna kunngjørt tvey onnur nøvn: Jazzygold og Sakaris.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder