placeholder
Uttanlands

Royndi eisini at fremja yvirgang í Fraklandi

Ein deild undir Islamiskum Stati, sum sigur seg standa aftanfyri álopið í Russlandi, hevur helst eisini roynt at fremja yvirgang í Fraklandi, sigur franski forsetin

Isis-K, sum heldur til í Afganistan og Pakistan, hevur eisini roynt at fremja fleiri álop í Fraklandi, sigur Emmanuel Macron forseti (Mynd: EPA)

Isis-K, sum heldur til í Afganistan og Pakistan, hevur eisini roynt at fremja fleiri álop í Fraklandi, sigur Emmanuel Macron forseti (Mynd: EPA)

2024-03-25 15:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hildið verður, at ein deild undir Islamiskum Stati, sum hevur tikið ábyrgdina fyri álopið á Crocus City Hall uttanfyri Moskva fríggjakvøldið, eisini hevur roynt at fremja yvirgang í Fraklandi.

Tað sigur franski forsetin Emmanuel Macron.

Talan er um Isis-K, sum heldur til í Afganistan og Pakistan, sum sambært Macron eisini hevur roynt at fremja fleiri álop í Fraklandi.

Russiskir myndugleikar hava ikki váttað, at Islamiskur Statur stendur aftanfyri, men russiski forsetin, Vladimir Putin hevur ført fram, at Ukraina hevur spælt ein leiklut. Hetta hevur Ukraina víst aftur.

Tilsamans 11 persónar vórðu handtiknir eftir álopið, og fýra verða mettir at hava beinleiðis samband við álopið, og teir eru nú varðhaldsfongslaðir í tveir mánaðir, skrivar Ritzau.

Les eisini: Russland: Varðhaldsfongslaðir í tveir mánaðir fyri yvirgangsálop


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder