Uttanlands

Trygdarráðið broytir ikki støðuna hjá Hamas

Onki bendir á, at stríðandi partarnir lata seg stórvegis ávirka av samtyktini í trygdarráðnum hjá ST í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-03-26 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vápnaða palestinska rørslan, Hamas, hevur ikki broytt støðu, tá tað kemur til vápnahvíld í Gazageiranum.

Tað boðaði Hamars frá í gjár eftir at trygdarráðið hjá ST samtykti eina yvirlýsing, sum krevur, at vápnahvíld í stundini verður lýst í Gazageiranum.

Kravið hjá Hamas er framvegis, er at Ísrael tekur alla sína hermegi úr Gazageiranum, og loyvir burturriknar palestinarar at venda heimaftur, og at tað verður innført tað, sum rørslan kallar ein “verulig” umbýting av fangum.

Trygdarráðið kravdi, umframd eina “vápnahvíld í stundini” meðan muslimska føstutíðin, ramadan, er, eisini at Hamas letur sínar gíslar leysar.

USA var ikki við at atkvøða fyri samtyktini, men hini 14 limalondini í trygdarráðnum atkvøddu fyri.

Tað er fyrstu ferð, at ráðið er komið fram til semju um at krevja vápnahvíld millum stríðandi partarnar.

Hamas legði miðskeiðis í mars fram eitt uppskot til vápnahvíld, ið inniber, at ísraelsku gíslarnir verða leyslatnir í býti fyri palestinskar fangar. Í fyrstu atløgu vilja tey leyslata kvinnur, børn, eldri og sjúkar gíslar í býti við 700-1000 palestinar, sum verða hildnir aftur í ísraelskum fongslum.

Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu hevur sagt, at krøvini frá Hamas eru órealistisk.

Tí fer Ísrael, sambært Netanyahu, at halda fram við sínum atsóknum á Gazageiran, til Hamas er í skeljasori, skrivar Reuters                    .

Yvir 32.000 fólk hava latið lív í ísraelskum álopum í Gaza sambært heilsumálaráðnum hjá Hamas í økinum. Umleið 1.200 fólk doyðu, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober. 

Les eisini: ST-trygdarráðið krevur vápnahvíld í Gaza

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder