Innanlands

Nýtt apotek í Vágum

Tvey nýggj apotek fara at lata upp í meginøkinum. Annað verður í Vágum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-11 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru langar bíðirøðir eftir heilivági á apotekunum í Havn og tí verður arbeitt við at lata tvey nýggj apotek upp í meginøkinum. Annað verður í Vágum.

Tað segði Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari uppá fyrispurningi frá Jóhannis Joensen, tingmanni fyri Javnaðarflokkin, tá ófráboðaðir fyrispurningar vóru í Løgtinginum í morgun.

Í løtuni verður leitað eftir hóskandi hølum til leigumálið í Vágum. Ætlaðu hølini skulu vera lætt atkomulig og væntandi fara millum trý og fimm fólk at starvast á nýggja apotekinum í Vágum. Seinni fara fyrieikingarnar í gongd at lata upp nýggja apotekseind í Hoyvík.

Fólkatalið er vaksið nógv seinastu 10 árini, og tí er tørvurin á ymiskum tænastum vaksin, eisini apotekstænastum. Umleið 30.000 fólk brúka í dag apotekini, sum eru í høvuðsstaðnum, og tað leggur trýst á bæði starvsfólk og viðskiftafólk.

- At skipa fleiri apotekseindir kring landið betrar um atkomuna og tænastustøði fyri tey, sum hava ørindi á apotekinum. Hendan ætlanin sampakkar væl við yvirskipaðu ætlanirnar hjá samgonguni um at menna fleiri heilsutænastur í nærumhvøvinum, og at tryggja javnbjóðis tænastustig um alt landið, siga Margit Stórá, landsstýriskvinna, og Jóhannis Joensen, tingmaður, í viðmerking.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder