Innanlands

Varpa ljós á ófødda barnið seinnapartin

Við nýggja uppskotinum um fosturtøkulóg, ið landstýrismaðurin í lógarmálum hevur lagt fram fyri tingið, hevur tað ongantíð verið týdningarmiklari, siga Føroya Pro Vita og Standa fyri lívi, sum skipa fyri tiltakinum á Vaglinum í dag

27. august í fjør varð skipað fyri líknandi tiltaki (Savnsmynd)

27. august í fjør varð skipað fyri líknandi tiltaki (Savnsmynd)

2024-04-14 13:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag skipa Føroya Pro Vita og Standa fyri lívi fyri tiltaki á Vaglinum í Havn.

– Við nýggja lógaruppskotinum, ið landstýrismaðurin hevur lagt fram fyri Tingið, hevur tað ongantíð verið týdningarmiklari enn júst NÚ at vísa, at tú ert fyri lívi! Latum okkum standa saman og vísa, at vit eru nógv í Føroyum, ið eru fyri lívi, skriva fyriskiparar um tiltakið.

– Við familjuhugna, røðum og sangi hátíðarhalda vit lív saman og standa fyri tey óføddu børnini í Føroyum.

Tiltakið verður, sum áður nevnt, á Vaglinum, frá klokkan 16 til 17.

Tað var í mars, at landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, legði uppskot um nýggja fosturtøkulóg fyri tingið.

Uppskotið, sum liggur í rættarnevndini í løtuni, snýr seg um at loyva kvinnum at fáa fosturtøku til og við 12. viku av viðgongutíðini, umframt eftir 12. viku "um lív og heilsa hjá kvinnuni er í vanda, ella um inntrivið er neyðugt fyri at forða fyri, at likamliga og sálarliga heilsan viknar munandi, og vandin fyri hesum er læknaliga grundaður".

Hetta er ikki fyrstu ferð, at skipað hevur verið fyri slíkum tiltaki. 27. august í fjør savnaðust túsundatals fólk á Vaglinum at "Standa fyri lívi". Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder