Innanlands

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag heldur fram

Í farnu viku hevði felagið aðalfund, og stutt eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum frammanundan

Í nevndini eru Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldssen, Sjúrður Holm, og Dávur Høgnason (Mynd: Industry.fo)

Í nevndini eru Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldssen, Sjúrður Holm, og Dávur Høgnason (Mynd: Industry.fo)

2024-04-15 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag heldur fram óbroytt.

Tað er greitt eftir aðalfundin hjá felagnum fríggjadagin í farnu viku.

Ein nevndarlimur stóð fyri vali, Dávur Høgnason. Hann tók við afturvali og bleiv eisini afturvaldur.

Hinir í nevndini eru Magnus Magnussen, Petur Frank Joensen, Jens Kristian Haraldssen og Sjúrður Holm.

Á nevndarfundi stutt eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum frammanundan, við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni, skrivar Vinnuhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder