Mentan

Toran gongur! hjá Rakel Helmsdal í uppskoti til virðisløn

Tilnevnd barna- og ungdómsmentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins

Rakel Helmsdal (savnsmynd)

Rakel Helmsdal (savnsmynd)

2024-04-16 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag er kunngjørt, hvør er tilnevndur til barna- og ungdómsvirðisløn Norðurlandaráðsins, og Bókadeild Føroya Lærarafelags fegnast um, at Rakel Helmsdal er millum tey tilnevndu við Toran gongur!

Brot úr grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum:

“Við bókini Toran gongur setur Rakel Helmsdal orð og mynd á nakrar av stóru avbjóðingunum í dagsins samfelag og støðuni í heiminum júst nú. Søgan er bæði einføld og kompleks. Hon viðger álvarsom evni sum einsemi, sorg og deyða, kríggj og trauma, eins og hon eisini viðger øðrvísi familjusamansetingar, vinalag og týdningin av felagsskapi.

Bókin er myndprýdd við sterkum myndum, sum eru úrslitið av nærlagdum háttalagi, sum Rakel Helmsdal sjálvt hevur ment. Hon skapar figurar og seymar klæðir, byggir pallar, tekur myndir, ger grafisk prent, setir myndirnar saman og leggur lit á tær við akvarellum. Myndevnini styrkja hennara tekstheim og eru vorðin eitt eyðkenni í hennara ritverki.”

Rakel Helmsdal (d. 1966) er viðurkendur føroyskur rithøvundur, sum hevur gjørt seg galdandi í norðurlondum. Hon gav sína fyrstu bók út í 1995, og hevur síðani útgivið eina rúgvu av bókum til bæði børn og vaksin. Hetta er sættu ferð, at hon er tilnevnd til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024.

Øll grundgevingin kann lesast á norden.org

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder