Mentan

Siv og Lyon í Listastovuni hóskvøldið

Lyon Hansen hevur Per I. Højgaard Petersen og Karl Andrias Stórá afturat sær. Siv Jakobsen hevur hitað upp fyri fleiri stór nøvn og skal eisini hita fyri Marius Ziska um vikuskiftið

Hetta vikuskiftið skal Siv hita upp fyri Marius Ziska í Sjónleikarahúsinum. Men fyrst vitjar norska songkvinnan í Listastovuni við droymandi og melankoliskum fólkatónleiki

Hetta vikuskiftið skal Siv hita upp fyri Marius Ziska í Sjónleikarahúsinum. Men fyrst vitjar norska songkvinnan í Listastovuni við droymandi og melankoliskum fólkatónleiki

2024-04-16 20:32 Author image
Innsent
placeholder

Hóskvøldið 18. apríl klokkan 19.30 verða tvær konsertir í Listastovuni í Miðvági. Onnur við tónleikara búsitandi í Syðrugøtu og hin við norskari kvinnu. 

Tann fyrra konsertin er ein trio við Lyon Hansen á odda. Lyon býr í Sandavági, men er føddur og uppvaksin í Gøtugjógv við eini kirkju, eini samkomu, einum banka og havinum sum grannar.

- Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt. Takk!”

Soleiðis skrivaði Birgir Kruse eftir eina konsert við Lyon á G! fyri nøkrum árum síðani. Við sær á pall hóskvøldið hevur Lyon somu manning sum til omanfyrinevndu konsert. Tað eru meistarin á trummum, Per I. Højgaard Petersen og basssnillingurin, Karl Andrias Stórá.

[object Object]
Lyon 

Seinna konsertin er við norsku Siv Jakobsen.

- Siv Jakobsen er ein av teimum bestu vit eiga. Soleðis skrivaði norska Dagsavisen tá hon útgav Spellemannsprís nomineraðu plátuna A Temporary Soothing í 2020.

Síðan Siv byrjaði, hevur hon ferðast víða um í heiminum og spælt konsert. Hon spælir inniligan, droymandi og melankoliskan fólkatónleik. Tey seinastu árini hevur hon verið á konsertferðum kring heimin, har hon hevur hitað upp fyri nøvnum sum José González, The Lumineers, Beach Bunny og Susanne Sundfør.

Í fjør útgav hon heildarútgávuna ‘Gardening’, har Ane Brun var gestur, og handan pultin stóð Zach Hanson (Bon Iver, Tallest Man On Earth).

Hetta vikuskiftið skal Siv hita upp fyri Marius Ziska í Sjónleikarahúsinum. Men fyrst vitjar hon í Listastovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder