Innanlands

Vestmanna eisini áhugað í Tjóðleikhúsinum

Kommunan hevur eitt vælegnað øki á 10.000 fermetrar tøkt inni á Fjørð

2024-04-18 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vestmanna kommuna hevur eitt øki á 10.000 fermetrar inni á Fjørð, har tað bæði er pláss fyri tjóðleikhúsi og góðum parkeringsmøguleikum í nærumhvørvinum.

Tað sigur Vestmanna kommuna nú ivi er sáddur um hvar komandi tjóðleikhúsið skal liggja, eftir at havnanevndin í Tórshavnar kommunu hevur havnað umbønini um byggiøki á eystaru bryggju í Havn.

Vestmanna kommuna skrivar á heimsíðu síni, at eitt tjóðleikhús í Vestmanna hevði ligið tærr við tunnilin, ið fer at koma inn í bygdina, og bygningurin hevði tikið seg væl út í vakra umhvørvinum við útsýni út yvir vágna.

- Í Vestmanna kommunu hava vit skapað eitt umhvørvi, har grønu virðini og mentan ganga hond í hond, og hevði staðsetingin av Tjóðleikhúsinum verið fult í tráð við tær ætlanir, sum liggja fyri framman. Tjóðleikhúsið hóskar væl inn í tað umhvørvið, sum longu er inni á Fjørð, bæði lestrarumhvørvið og blómandi ferðavinnuna, skrivar Vestmanna kommuna og leggur afturat, at landsstýriskvinnan við mentamálum er vælkomin at venda sær til kommununa.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder