Mentan

Marius Ziska aftur við á Ljósfest

– At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum og væluppløgdum tónleikarum kring seg, ger bara tónleikin og pallframførslurnar enn betur. Hetta varð staðfest á seinastu Ljósfest í Vági, har Marius bergtók okum øll við framúr framførslu á pallinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-20 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Marius Ziska verður aftur við á Ljósfest, sum verður í Vági vikuskiftið 16. - 18. august.

Marius Ziska verður á pallinum leygardagin 17. august, boðar Vágs kommuna frá í tíðindaskrivi.

– Seinnu árini hevur Marius Ziska av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki. Hann ferðast bæði í Føroyum og uttanfyri landoddarnar við sínum tónleiki. Eisini framførdi Marius við bólki nakrar megnar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri og Eivør. Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkennið fyri bólkin og fyri stílin, ið ikki er til at fara skeivur av. Føroyingar hava av álvara tikið hann til sín.

– At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum og væluppløgdum tónleikarum kring seg, ger bara tónleikin og pallframførslurnar enn betur. Hetta varð staðfest á seinastu Ljósfest í Vági, har Marius bergtók okum øll við framúr framførslu á pallinum.

– Løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum løgum hjá Mariusi, skrivar Vágs kommuna.

Onnur nøvn, sum frammanundan eru kunngjørd í sambandi við Ljósfest í ár, eru Vestmenn, Janus Wiberg, og Ronnie og Maria.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder