Mentan

Konsert í gjónni sunnudagin

Skanderborg Brass Band er á konsertferð í Føroyum og hevði eitt ynski um at framføra í gjónni við Gjógv. Konsertin verður sunnudagin klokkan 14

Skanderborg Brass Band hevur verið til í yvir 40 ár og er nú komið á konsertferð í Føroyum. Næstu dagarnar eru konsertir á skránni ymsa staðni - sunnudagin verður ein heilt serstøk og ókeypis konsert við Gjógv (Mynd: sunda.fo)

2024-04-26 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, flaggdagin 25. apríl, er Skanderborg Brass Band komið á konsertferð í Føroyum. Næstu dagarnar eru konsertir á skránni ymsastaðni, og sunnudagin verður ein heilt serstøk.

Sunda kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Skanderborg Brass Band hevði eitt serligt ynski um at framføra í gjónni við Gjógv.

[object Object]
Mynd: Pól Sundskarð

Hetta varð játtað, og sunnudagin 28. apríl verður konsert í gjónni. Hon byrjar klokkan 14 og er ókeypis.

Sambært sunda.fo gleða tey í Skandderborg Brass Band seg ótrúliga nógv at knýta tónleika bond og framføra fyri føroyingum. 

Bólkurin er frá 1983. Limirnir eru í nógvum ymiskum aldursbólkum og eru von at spæla til ymiskt tiltøk í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder