Innanlands

Arbeiða víðari við samanlegging í Suðuroy

Bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba arbeiða víðari við kommunusamanlegging

Bjarni Hammer, Jónleyg J. Bech, Kristin Michelsen, Martin í Nesi, Thorstein Thomsen, Anita Vibergsdóttir, Ronni Hammer, Poul Laust Christensen, Niels Olaf Eyvindsson, Eyð Eidesgaard, Alvi Mortensen, Janus Thomsen. á Myndini vanta Eir J. Norðberg og Kristina Roest

2024-04-26 10:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bý- og bygdarráðini á Tvøroyri og í Hvalba høvdu á flaggdegnum í gját fund á kommunuskrivstovuni í Hvalba.

Á fundinum umrøddu limirnir, hvørji mál  eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í sambandi við eina kommunusamanlegging. Harumframt varð eisini viðgjørt, hvussu farast skal fram, skal ein fólkaatkvøða avgreiðast áðrenn summarferiuna í ár.

Borgarstjórarnir Janus Thomsen og Kristin Michelsen siga, at talan var um ein jaligan fund og at niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder