Uttanlands

Hamas fingið uppskot um vápnahvíld

Ísrael hevur sent eitt uppskot um vápnahvíld í Gaza

Rafah, Suðurgaza (Mynd: EPA)

Rafah, Suðurgaza (Mynd: EPA)

2024-04-27 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur sent vápnaða islamistiska bólkinum Hamas eitt uppskot up vápnahvíld í Gazageiranum.

Tað upplýsti varastjórin hjá rørsluni í Gazageiranum, Khalil al-Hayya í nátt sambært Reuters.

Tað verður ikki greitt nærri frá, hvørjar treytir Ísrael hevur sett, men Ísrael hevur áður sagt, at ein vápnahvíld eigur at verða treytað av, at allir gíslar, sum eru eftir av teimum, sum vórðu tiknir av Hamas í sambandi við álopið 7. oktober, skulu leyslatast.

Hamas ætlar sær nú at gjøgnumganga uppskotið, áðrenn Ísrael fær svar, verður sagt sambært Ritzau.

Hildið verður. at 129 gíslar enn eru í Gazageiranum, harímillum teir 34, sum sigast at hava latið lív.

Sambært ísraelskum tølum lótu fleiri enn 1.100 fólk lív í álopinum hjá Hamas 7. oktober, og sambært Hamas hava 34.356 fólk latið lív í ísraelskum mótálopum á Gaza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder