Høg ferð í millum Fjarða

Fimm bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt í gjár

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2024-05-02 07:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan gjørdi í gjár millum klokkan 10 og 12 ferðkanningar í Kollafjarðardali, og kundi staðfesta, at har koyrdu nógvir bilførarar við høgra fóti heldur tungum á speedaranum.

Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra 101 kilometrar um tíman. Fýra fingu bót. Tveir teirra koyrdu 100 kilometrar um tíman og hinir báðir 98 og 95 kilometrar um tíman.

Í gjár var ein bilførari skrásettur í Havn fyri at tosa í telefon meðan hann koyrdi. Og ein annar varð skrásettur fyri at koyra við sløktum bakljósum.

Serliga um hesa tíðina við nógvum mjørka, er tað av týdningi, at eisini ljósini aftan fyri á bilinum eru tendrað.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini minnir tí á bilførarar um ikki at hava ljóskontaktina standandi á ‘automatiskt’, tí tá tendra baklyktirnar ikki. Tað gevur bót at koyra uttan tendraðar baklyktir í lyktatendringstíðini. Hetta er eisini galdandi fyri koyring í tunnlunum og í nógvum mjørka.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder