Mentan

Jørgin Dahl gevur út nýggjan tónleik

Tveir sangir frá rokklegenduni úr Klaksvík koma út komandi hósdag – sama dag sum fyrsti partur av dokumentari um hann verður sendur í Kringvarpinum

2024-05-02 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at stilt hevur verið kring oddamannin í legendariska klaksvíksorkestrinum, Straight Ahead, er nú nýtt at frætta frá Jørgin Dahl.

Jørgen Dahl er slóðbrótari innan sangskriving, tá tað snýr seg um føroyskan rokktónleik í 1970’unum. Hann stovnaði orkestrið Straight Ahead í 1974, og seinni var hann týðandi og skapandi partur av orkestrinum Hjarnar.

Eftir at Jørgin Dahl gavst í Hjarnum og flutti til Danmarkar, hevur hann givið út tvær heildarútgávur, ‘Lost Pilgrims’ í 2000 og ‘Giants and Mermaids’ í 2015.

Nú koma so tveir sangir, sum hann hevur skrivað. Sangirnir eru ‘Watch Me I’m Free’ og ‘Song for Her’ sum koma út næsta hósdag, 9. mai. Talan er um stillar balladur í vanligum Jørgin Dahl-stíli við orðum eftir Graham Stewart. Óli Poulsen hevur framleitt og miksað upptøkurnar.

[object Object]

Ein video verður eisini gjørt í hesum sambandi. Maðurin aftan fyri hesa framleiðsluna er kendi sjónvarpsframleiðarin, Per Zachariassen.

Komandi hósdag, tá sangirnir koma út, sendir Kringvarp Føroya eisini fyrsta part av tveimum í einum dokumentari, sum Súni Merkistein hevur gjørt.

Vinmaðurin Graham er stigtakari

Stigtakari til nýggju upptøkurnar og videoframleiðsluna er vinur Jørgin’s og fyrrverandi guittarleikarin í Hjarnum, Graham Stewart, sum seinastu nógvu árini hevur verið virkin innan olju- og orkuvinnuna í Bretlandi. Graham hevur eisini verið við til at fíggja verkætlanini saman við stuðli frá Norðoya Sparikassa og Atlantsflog.

Graham Greiðir frá, at hann ynskti at hoyra meira um virkið hjá Jørgini Dahl. Jørgin komponerar allatíðina tónleik og megnar at skipa øll arrangementini inni høvdinum, uttan at sangirnir tó gerast til meira enn tað. Sjálvur metir Jørgin henda eginleika at vera bæði ein gáva og eitt forbannilsi.

Jørgen Dahl minnist øll løgini og øll arrangementini, sum hann hevur lagrað í høvdinum. Talan er ikki bara um ‘riffs’ men um heilar kompositiónir – tó uttan orð, men við hugskotum til orð og hvat sangurin kann snúgva seg um. Talan er um nógvar sangir, sum umheimurin ongantíð hevur hoyrt.

[object Object]

Graham Stewart bað Jørgin Dahl um at koma ein túr í heimaupptøkuhøli sítt í Edinburgh í Skotlandi við tí endamáli at spæla tónleikin inn til nýggja útgávu. Úrslitið var, at tveir sangir vórðu skrivaðir lidnir, Graham tók sær at tekstaskrivingini, og síðan vóru teir festir á band.

Óli Poulsen váttaði síðan at framleiða og miksað sangirnar.

Spennanei tónleika-mánaði

Nú sær út til at mei mánaður verður ein spennandi tónleikamánaður í Føroyum. Umframt útgávuna hjá Jørgin Dahl, verður dokumentarur sendur í sjónvarpinum 9. og 16. mai, og 17. og 18. mai verða tvær útseldar heiðurskonsertir í Varpinum í Klaksvík at heiðra Veðraplátuni hjá Straight Ahead, sum er tað nærmasta vit koma eini kult-plátu í Føroyum.

Bakmenninir hava hesar viðmerkingar til verkætlanina:

Jørgin Dahl: “Eg eri eyðmjúkur um, at góðir vinir stuðla mær í mínum musikalska virki. Eg havi so nógvar sangir í høvdinum, og eg fegnist stórliga um at fáa møguleika at deila tveir av yndissangunum við almenningin. Vónandi kunnu fleiri sangir koma í framtíðini”.

Graham Stewart: “Eftir at hava arbeitt og spælt saman við Jørgin Dahl fyri nógvum árum síðani í Hjarnum, havi eg altíð ynskt at kunna gera okkurt nýtt saman við honum. Men eg vildi eisini, at arvurin eftir Jørgin Dahl sum tónasmið og sangara skuldi varðveitast og halda fram, tí long tíð er runnin síðan vit seinast hoyrdu frá honum. Eg haldi, at hesir sangirnir umboða hann væl, og eg vóni at fólk fara at dáma sangirnar”.

Óli Poulsen: “Eg havi altíð ynskt at sloppið at arbeitt við nýggjum tilfari frá Jørgini Dahl, og tað var ein frægd at vera við í hesi verkætlanini. Og sjálvandi, bara tað at ‘hanga út’ saman við vinum mínum, Jørgin, Graham og Per er stuttligt”.

Per Zachariassen: “Tá eg hoyrdi, at Jørgin Dahl arbeiddi við nýggjum tónleiki og ynskti eitt sterkt video, sló eg til beinanvegin. Eg havi altíð verið hugtikin av tónleiki hansara og stóra kreativiteti, og havi arbeitt saman við honum fyrr. Tað gav mær eisini møguleikan fyri at gera okkurt øðrvísi og originalt og samstundis geva gávuríku døtrum mínum, Mariu og Filippu innlit í at arbeiða við framleiðslu av tónleikavideo”. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder