Innanlands

Gott ár hjá Framtaki

Avlopið var 14,1 milliónir krónur

Ben Arabo er stjóri í Framtaki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ben Arabo er stjóri í Framtaki (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-07 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Úrslitið hjá Framtak eftir skatt fyri 2023 var avlop upp á 14,1 mió, sum svarar til eitt miðaleginpeningsavkast á 19,6 prosent. Nevndin metir hetta vera eitt gott úrslit, og væl omanfyri tey 10 prosent í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri.

Framtak hevði við ársenda 2023 partapening í og/ella hevur veitt lán til samanlagt 19 føroyskar fyritøkur. Framtók gjørdi nýggjar íløgur í eitt felag í 2023 og tvey feløg, ið Framtak átti vóru fusioneraði, meðan eitt felag var selt og eitt var avtikið í árinum.

Eginognin í Framtak var 79,2 mió. krónur við ársenda 2023 og fíggjarstøðan javnvigaði við 117,5 mió. kr.

Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist ikki í 2023, men útlitini fyri 2024 eru góð, og leiðslan væntar at gera íløgur fyri meira enn 10 milliónir í 2024.

Leiðslan væntar økt virksemi í 2024, og at 2024 eisini fer at geva gott avkast um einki óvæntað hendir í búskapinum.

- Vit eru væl nøgd við úrslit og avkast í 2023, og arbeiða støðugt við nýggjum íløgumøguleikum, so at Framtak kann vaksa og ganga inn í framtíðina sum ein hollur og styrktur viðspælari hjá føroysku vinnuni, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtaki.

Framtak er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið. Eisini ger Framtak íløgur í einstakar verkætlanir. Talan skal verða um nýggjan kapital.

Í nevndini sita Christian Danielsen, formaður, Rúnar Reistrup, næstformaður, Kristine Ellingsgaard, Guðrið Højgaard og Marita Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder