placeholder
Innanlands

Enniberg verður á Havnini í morgin

Flakatrolarin Enniberg verður á Havnini í morgin, har skipið skal landa umleið 900 tons av flaki

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Enniberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 07:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Enniberg, úr Havn, setti um vikuskiftið kós móti Føroyum, har skipið skal landa umleið 900 tons av flaki.

Enniberg hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, og loystu teir av Havnini fyrst í januar.

Fiskiskapurin hevur verið hampuligur hendan túrin, og Enniberg verður á Havnini í morgin, har veiðan skal landast.

Manningin taldi 34, og skiparin hendan túrin hevur verið Karl Danielsen.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder