Innanlands

Gøtunes landar svartkjaft til Havsbrún

Gøtunes skal landa 3.300 tons av svartkjafti til Havsbrún

Gøtunes kom á Fuglafjør klokkan 17, har skipið skal landa svartkjaft (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes kom á Fuglafjør klokkan 17, har skipið skal landa svartkjaft (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2024-04-13 19:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa 3.300 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Gøtunes hevur fiskað svartkjaft í Føroysum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

Gøtunes fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder