Rebekka er javnan heima í Klaksvík og vitjar (Privatmynd)

Knallharður fightari: Ju-jitsu stórtalent við rótum úr Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

08.03.2016 - 19:25

Ítróttur >

19 ára gomlu Rebekku Ziska Dahl eru tað kanska ikki so nógv sum kenna til í Føroyum, men í Klaksvík kenna fleiri hana, og innan kampsportsheimin kenna enn fleiri hana. Hon er eitt stórtalent innan ju-jitsu, og í næstu viku skal hon til HM í Madrid. Rebekka, dóttur Heina Ziska Dahl úr Klaksvík hevur góðar vónir.

Tá hon var níggju ára gomul byrjaði Rebekka Ziska Dahl at venja ju-jitsu, og fyrstu árini fekk hon nógv blá merkir, og tað gekk út yvir motivatiónina. Men tá hon var til DM í 2009, trý ár eftir hon byrjaði at venja kampsport, vann hon kappingina, og tá fekk hon veruliga trúgv uppá, at hetta var kanska nakað fyri hana kortini. Síðan tá hevur hon vant hart og miðvíst, og úrslitini tala eisini fyri, at hon ikki er løtt at syfta.

- Eg vandi og luttók í minni kappingum, og hvørt ár segði eg mær sjálvari, at nú gevist eg. Men hetta broyttist alt tá eg í 2009 vann mítt fyrsta DM. Tá var ongin vegur aftur, sigur avgjørda stríðskvinnan.

Pápi Rebekku, Heini Ziska Dahl sigur um dóttur sína, at hon er ein knall harður fightari, og at hon fer miðvíst til verka. Hann ivast ikki í, at tað framhaldandi fer at gangast dóttrini væl.

Rebekka hevur fýra systkin, og er næstelst. Hon roynir javnan at vitja heima í Føroyum, tá tíð er til tað millum allar kappingarnar.

Kennir til at vinna
Síðan 2009 hevur gingið skjótt hjá ungu hálvføroysku gentuni. Hon var til HM í 2013, og har vann hon gull. Eftir ein longri skaðasteðg vann hon bronsu í bæði junior- og senior HM í Thailandi í 2015.
Í næstu viku skal hon til HM fyri juniorar í Madrid, og hon hevur góðar vónir. Til eina teststevnu í Hamburg í Týsklandi møtti hon trimum av teimum sterkastu mótstøðufólkunum í dysti, og teimum hevði hon ikki stórvegis trupuleikar av.

Tá HM kappingin í Madrid er avgreidd skal Rebekka beinleiðis til Skotlands, har hon skal á venjingarlegu.